Í kvøld verður seinni dysturin í 3. umfari í Champions League.
KÍ vann fyrra dystin 2-1, men Molde er tó framvegis greiður favorittur at koma víðari. Hjá KÍ eru flest allir leikarar tøkir. Ivamál er um Páll A. Klettskarð, sum ikki vandi við síðstu venjingina.
Dysturin í Molde byrjar kl. 18.00. Dómari verður Nikola Dabanović úr Montenegro.



