Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ tapti í longdu leiktíðini

Jákup Ósá

Í einum spennandi dysti, har KÍ spældi ein góðan seinna hálvleik, koppaði tað til Molde í longdu leiktíðini.

 

KÍ undir stórum trýsti frá byrjan

Molde legði eitt sindur sum væntað út sum eitt ódnarveður. Trýstið var stórt á KÍ-málið og einu ferðina lá bólturin eisini í málinum, men VAR kolldømdi málið. Í 17. minutti gekk ikki meir hjá KÍ, tá Molde skoraði eftir hornasparksinnlegg, har leikari frammanfyri nærmastu stong stýrdi bóltinum í málið. Eftir hetta minkaði trýstið, og Molde hevði kanska ikki meir enn eitt stóran málmøguleika restina av hálvleikinum. Men Molde var framvegis við stóra yvirvág og hevði eitt endurtrýst, sum KÍ ongantíð megnaði at spæla seg burturúr. 1-0 var hálvleiksstøðan, og tað kundi KÍ verða mest glaðir fyri, tí tað var stórur munur á liðunum í fyrra hálvleiki.

 

KÍ var omaná í seinan hálvleiki

Í hálvleikinum gjørdi KÍ eina útskifting. Patrick Da Silva kom inn fyri Claes Kronberg á vinstra vongi í 5-4-1 leikskipanini hjá KÍ. Nú fekk KÍ nógv betri tak á dystinum og kom til stórar málmøguleikar. Árni Frederiksberg var nær við og so endaði eina royndin á tvørstongini, tá Luc Kassi stýrdi hornasparksinnleggi frá Árna Frederiksberg. Einki mál kom og so skuldi longd leiktíð til. Samanlagt ein góður hálvleikur frá KÍ.

 

Molde tók yvir aftur

Móti endanum av seinna hálvleiki tók Molde yvir aftur og í longdu leiktíðini var Molde omaná. Mitt í seinna hálvleiki fekk Molde eisini avgerandi málið og vann 2-1. KÍ royndi at svara aftur, men kom ikki nærri enn góðum langskoti frá Jóannes K. Danielsen. Samanlagt var tað kanska í lagi, at Molde vann, men tað vóru smáir marginalar, sum gjørdu, at KÍ ikki skoraði í seinna hálvleiki.

 

Ótrúligir KÍ-áskoðarar

KÍ-áskoðararnir vóru væl mannaðir, áleið 700 í tali. Teir settu veruliga dám á dystin. Molde-áskoðararnir hoyrdust ikki eins væl og tað var ikki fyrr enn Molde kom á odda í longdu leiktíðini, at Molde fekk sínar áskoðarar ordiliga við sær.