Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Húsið bjóðaði til almenna móttøku

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Alt virksemið hjá Húsinum er nú savnað undir einari lon mitt í býnum. Talan er um alt Atlantis, sum er latið til Trivnaðardeildina at verða partur av verandi Ungdómshúsinum, ið heldur til á loftinum á Atlantis.

Tað hevur gingið skjótt fyri seg yvir summarið, tó at summarferia hevur verið, hevur verið dúgliga smíðað og umvælt.

Gamla uppruna gólvið, sum var í ringum standið er skift út og nýtt lagt á. Veggir eru bjálvaðir og málaðir. Øll veghæddin og kjallarin er shine’að upp. Loftið er nú sambundið við miðhæddina umvegis eina trappu inni, sum fer niður á pallin.

Filmstólið er varðveitt, so til ber onkuntíð at vísa ein film, tó at gólvið er slætt. Men her er ikki ætlanin at hava regluigan biograf, so sum tað hevur verið nógv tey seinastu árini.

Boðið varð til móttøku í dag 16. august kl. 17.00, har Gepetto grillaði pylsur, og inni vóru hópin av lekrum køkum, kaffi, te og frukt.

Tað einum løtuna var rættiliga fitt av fólki og hugnaðu sær í nýggju snotiligu hølunum.

Eyðstein Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung, helt røðu, har hann takkaði Beintu Gregersen, leiðara í Húsinum fyri hennara ágrýtni og at ganga undan saman við sínum starvsfólkum at hava fingið nógv av skafti – eisini saman við handverkarunum í summar. Hetta so at Húsið eftir rímiliga stutta tíð kundi takast í nýtslu, mitt í býnum til gagns fyri tey mongu ungu, sum halda til her eftir skúlatíð.

Hann takkaði eisini Jóhannu Christiansen, forkvinnu í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, sum átti Atlantis, fyri vælvild, so húsið kundi nýtast til hetta endamálið.

Sunday Walkers, nakrir fittir unglingar spældu hegnisliga við buldur og brak kl. 19.00 nøkur løg á góða gamla pallinum í biografsalinum – Atlantis, her mong orkestur hava spælt í gomlum døgum.

Kl. 20.00 spældi Adrenaline og fekk eisini vitjan av einum spennandi gesti, Hans Edvard Andreasen, og sonurin Nóa, sum spældi solo guitar og sang við í síðsta lagnum.

Til ber hjá børnum og ungum at tekna seg sum lim í Húsinum. Kostnaður kr. 400,-, og tey, sum tekna seg, fáa ta væl kendu Húsið-hettutroyggjuna!

Ikki kann sigast annað, enn Húsið hevur fingið munandi betri og størri karmar at húsast í. Arbeiðið er væl frágingið – eitt hugnaligt og spennandi stað hjá teimum ungu, har so nógv ymiskt kann henda.