Maggie Adamsson av SWAN hevjaði Merkið í húnar hátt til “Tú alfragra land mítt” á Føroya Sjóannadegi í morgun. Skikkur hevur verið, at manningin av skipinum, ið hevur longsta vegin til Klaksvíkar hevjar Merkið.
Gamli Hetlendski sildabáturin, ið liggur á Klaksvík í løtuni hevur verið her fleiri ferðir fyrr. Hann kom hesaferð fyrst til Leirvíkar, síðani valdu tey at koma til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag, eisini tí at tey høvdu fingið samband við Norðoya Bjargingarfelag.
Tá eitt nú Gullak Gullaksen og Poul Ivan Askham vóru við til at sigla “nýggja” Ziska til Føroya úr Noregi, løgdu teir inn í Hetlandi. Gullak sigur, at teir vóru so sera væl móttiknir av RLNI bjargingartænastuni í Lerwick. Vit vóru sætt at siga bornir á lógvum, meðan vit dvøldu har. Tað var serliga Maggi Adamsson, sum nú er skipari á gamla sildabátinum, Swan og bátsmaður hennara Anja Kurtz, ið tóku sær av okkum.
Sum tøkk fyri góða tænastu í Hetlandi hava vit sjálvandi hjálpt teimum, nú tey høvdu brúk fyri ymsum tænastum til skipið, ímeðan tey hava ligið her. Eisini hevur Norðoya Bjargingarfelag latið eftirgjørt eina kumpasrósu við innskrift, sum takk fyri góða tænastu til steðgin hjá Ziska í Lervick.
Eftir at Merkið var vundið á stong, varð byrjað við morgunmati á Sjómmannadagnum 2023. Talur blivu hildnar av borgarstjóranum og landstyrismanninum í firkivinnumálum, og bestu skipini fingu heiðurstekin.
Føroya Sjómannadagur er umskipaður. Oliver Joensen og John William Joensen bóru seg undan at halda áfram, so í dag er nevndin samansett av Eyðstein Poulsen, Johann Lutzen, Jógvan Skorheim og Rannvá Isaksen. Oliver og John William fingu handaða hvør sína heiðursgávu fyri drúgvt arbeiðið á Føroya Sjómannadegi






























































































































