Uppá eina viku er munurin í toppinum tódnaður við fimm stigum.
Nú KÍ í longri tíð hevur spælt ein altjóða dyst um vikuna, so tykist tað sum, at hópurin hevur torført við at spæla landskappingardystir samstundis. Tá skráin er so tøtt við dystum, so er ómøguligt hjá leikarunum at spæla allar dystirnar, tí vandin fyri skaðum og troyttum leikarum økist nógv.
Eins og móti Víkingi, so vóru seks broytingar á KÍ-liðnum. Og teir flestu av teimum bestu 11 frá altjóða dystum, sum spældu móti Víkingi, spældu ikki frá byrjan hesaferð.
Í fyrsta álopinum hjá 07 Vestur fekk útiliðið mál. Mathias Voss kom væl framvið í høgru og legði útfrá til Janus S. Samuelsen, sum skoraði. KÍ yvirtók nú spælið, og René S. Joensen javnaði eftir gott uppspæl frá Sivert Gussiås.
Í seinna hálvleiki var tað spæl uppá eitt mál, men 07 Vestur liðið var sera væl skipað. KÍ hevði torført við at spæla seg ígjøgnum verjuna, men uppá okkurt av mongu innleggunum og hornaspørkunum bleiv vandamikið. Og hyggur man eftir øllum dystinum, so hevði KÍ nokk av málmøguleikum at skora. KÍ rakti stongina, tvørstongina og einaferð bjargaði 07 Vestur á mállinjuni, tá okkurt bendur á, at KÍ kanska átti brotsspark. Men man sær eisini, at mongu broytingarnar á liðnum ávirka samanspælið og at summir leikarar ikki spæla við somu leikferð og fokus sum ofta áður.
Mangla mál á KÍ-liðnum
At KÍ fór at fáa tað torført við dagsins liði var neyvan óvæntað. Toppskjúttin hjá KÍ av teimum, sum byrjaðu inni, hevði skorað eitt mál í landskappingini í ár.
KÍ skal nú spæla play-off dyst móti Sheriff á Tórsvølli hóskvøldið áðrenn EB/Streymur vitjar í Klaksvík sunnudagin.



