Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm hevur einans sett kvinnur í Býarskipanarnevndina
Tað sita fimm limir í býarskipanarnevndini og tað eru einans kvinnur. Landsstýriskvinnan velur tríggjar limir, Føroya Kommunufelag velur ein og Kommunusamskipanin ein.
Tær eru
- Gunnvá á Lofti, løgfrøðingur, formaður
- Connie Á. Jakobsen, landmálsteknikari
- Marin Katrina Frýdal, fulltrúi
- Birita Wardum, býararkitektur
- Gunnleyg K. Dánjalsson, fulltrúi



