Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sheriff hevur ikki nógvar sigrar á útivølli seinnu árini

Jákup Ósá

Sheriff Tiraspol, sum vitjar KÍ á Tórsvølli hóskvøldið, hevur ymisk úrslit alt eftir, um liðið spælir á heimavølli ella á útivølli.

Taka við Champions League, so hevur Sheriff síðstu 10 dystirnar á útivølli bara vunnið ein dyst (aftur til 2021). Og í Europa League hevur liðið bara vunnið tveir av síðstu 10 dystunum á útivølli (aftur til 2018).

Talan er tó um eitt gott lið, sum fleiri ferðir hevur verið í bólkaspølum síðstu árini, men tað er fyrst og fremst á heimavølli, at góðu úrslitini eru komin. Liðið hevur stórt sæð bara útlendskar leikarar.

Dysturin hóskvøldið byrjar kl. 19.45.