Atlantsflog er júst byrjað upp á eina nýggja, spennandi flogrutu millum Føroyar og New York í USA. Norðlýsið var við á jomfrútúrinum og kann avgjørt viðmæla øllum at royna nýggja ferðamálið. Túrurin tekur góðar 7 tímar, og lent verður umleið 1½ tíma koyring úr miðbýnum á New York
Tað er í grundini løgið, at Føroyar hava sendistovur í bæði Beijing og Moskva (lagnan hjá síðstnevndu er tó í skrivandi stund óviss), men onga í USA. Handilssambond eru fyri rúmari tíð síðani knýtt til amerikanska marknaðin, og á hvørjum ári eru tveir ella tríggir føroyskir politikarar í New York á ST-aðalfundi. Politiska skipanin hevur umrøtt at lata eina sendistovu upp í Washington, og tað átti at verið lagað manni at gjørt tað nú, tá tjóðarflogfelagið hevur latið upp hesa nýggja farleiðina.
Norðlýsið var við á fyrstu ferðini eystur um hav til Lovaða Landið, og allur túrurin varð merktur av einum blandi av gleði og spenningi um, hvussu hetta fór at rigga. Farið varð úr Vágum týsdagin 22. august klokkan 17:35, og lent var um miðnáttarleitið føroyska tíð, sum er 5 tímar frammanfyri klokkuna í New York.
Dagin eftir komuna til New York hittist ferðalagið fyrst til morgunmat og fór síðani gongutúr til Chelsea Piers, hiðani siglt varð eftir stóru Hudson-ánni. Framúr gott útsýni var til fleiri av kendastu bygningunum í New York, til dømis Empire State Building og One World Trade Center, eins og frælsisgudinnuna, ið man vera kendasta standmyndin í heiminum. Eisini sóu vit yvir á Ellis Island, har allir tilflytarar til New York áður skuldu koma í land at verða kannaðir og avgreiddir. Árini 1892-1924 var Ellis Island størsta móttøkustøðin fyri tilflytarar til USA.
Vit búðu á Manhattan, og beint norðanfyri Manhattan liggur býarparturin Bronx, sum søgan sigur er uppkallaður eftir havnadreinginum Jónasi Bronck, og knapt 40-kilometur langa áin Bronx River somuleiðis. Hesin Jonas Jonsson Bronck skal vera sonur til prestin Mortan Jespersen Bronck og vera vaksin upp í Tórshavn. Í Havnini liggur í dag gøtan Jónas Broncks Gøta, ið eisini er kallað upp eftir honum.
Tað er ikki prógvað við vissu, men Jónas Bronck skal verða føddur umleið ár 1600 og vaksin upp í Havn, til hann í 1619 flytur til Roskilde at lesa og síðani til Niðurlond og giftist har í 1638 við Teuntje Joriaens. Árið eftir, í 1639, flyta hjúnini og aðrir niðurlendingar so til Amerika og til staðin, ið tá verður róptur Nieuw Amsterdam ella nýggi Amsterdam, ið lá syðst á Manhattan; hjúnini Bronck flyta tó longur norður, har ongin annar býr, til tað, sum í dag ber navnið Bronx eftir honum. Um hetta mundið var lítil og ongin búseting í økinum, og tað er heilt løgið at hugsa sær, at nú bert 400 ár seinni standa óteljandi háhús á sama staði og hýsa milliónum av fólkum.
Tá ið niðurlendingar settust niður á Manhattan og nærumhvørvinum har miðskeiðis í 1600-talinum var fólkatalið lægri, enn tað er í Klaksvík nú. Einans 2.000 fólk búgva har í 1655, av teimum 1.500 í Nieuw Amsterdam. Í 1664, sum er seinasta árið, at býurin sleppur at eita Nieuw Amsterdam, búgva 2.500 fólk har og tilsamans 9.000 fólk í niðurlendsku búsetingini í og kring um býin. England yvirtekur tað árið Nieuw Amsterdam og gevur býnum navnið New York til heiðurs fyri hertogan av York í Englandi. Nakað av stríði er millum England og Niðurlond um hetta, men endað verður við semju um, at England fær Manhattan, og afturfyri fáa Niðurlond tillutað Surinam í Suðuramerika og nakrar oyggjar í Kyrrahavinum. Síðani tá hevur býurin borið navnið New York.
Sum vit spáka eftir gøtunum í New York, leggja vit merki til, at tað er sera stutt millum attraktiónirnar, sum vit kenna úr søguni, bókmentum ella filmum. Tiltikna “Strúkijarnið”, The Flatiron Building, er eyðsýnt, og eisini síggja vit Madison Square Garden. Túrurin leiðir okkum upp í fjórðhægsta bygningin í New York, Summit One Vanderbilt. Bygningurin er 427 metrar høgur og harvið hægri enn Empire State Building, ið er 381 metrar høgur. Tað nógva av bygninginum, eisini gólvini, er gjørt úr glasi ella speglum; so hugtakandi, at tað illa kann lýsast á skrift – tað má upplivast.
Atlantsflog flýgur til Stewart International Airport, og haðani tekur tað umleið 90 minuttir at koma inn í hjartað av New York, ið sambært teimum flestu er Times Square. Velur ein at gista á Manhattan, sum vit gjørdu, er stutt til sera kend støð sum Central Park, Rockefeller Center, Carnegie Hall, The Museum of Modern Art, Fifth Avenue og fleiri við.
Atlantsflog ger tilsamans 5 túrar til New York tað, ið eftir er av 2023. Flogið verður til New York hvønn týsdag frá 22. august til 19. september og hin vegin hvønn mikudag. Atlantsflog skipar fyri bussflutningi av flogvøllinum og inn til býin – ella rættari: Busstúrurin er serliga ætlaður ferðandi hjá Atlantsflogi – og kunning um tað og annað gott stendur á teirra heimasíðu, https://www.atlantic.fo/keyp/fer%C3%B0am%C3%A1l/new-york/ , har eisini praktisk kunning, so sum um passvirðurskifti, ESTA- og APIS, eisini er at finna.
Norðlýsið kann heitt viðmæla øllum føroyingum at fara við tjóðarflogfelagnum til New York. Tað er ein uppliving fyri lívið.






































