Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Blandaðar kenslur eftir javnleik

Jákup Ósá

Tað endaði við javnleiki í einum dysti, har KÍ hevði møguleikar at fáa eitt betri úrslit, tí mótstøðuliðið vildi litið stóran part av dystinum.

Taktiska uppleggið hjá FC Sheriff kom óvæntað á mong og kanska eisini KÍ-liðið. Sheriff spældi í eini 5-3-2 leikskipan, har dentur bleiv lagdur á verjuspælið. KÍ slapp at hava bóltin og enntá langt frammi uttan at trýst bleiv lagt á. Í fyrra hálvleiki vístu onkur hagtøl, at KÍ hevði bóltin 65 % av tíðini. Men tað knýpti hjá KÍ í síðsta triðingi av vøllinum. Síðsta avleveringin, innleggið ella renningin manglaði. 0-0 var í hálvleikinum.

Tíðliga í seinna hálvleiki kom KÍ á odda, tá Patrick Da Silva skallaði innlegg frá Luc Kassi í málið. KÍ kundi økt, tá frálíkt álop endaði við, at Odmar Færø legði innfyri til Jákup B. Andreasen, men málverjin bjargaði skallaranum. Sum seinni hálvleikur gekk tók Sheriff yvir, og tað var í tráð við leikgongdina, at útjavnandi málið kom, tí Sheriff var ikki eins passivt sum í fyrra hálvleiki. 1-1 gjørdist eisini úrslitið.

 

Skaðarnir forða

KÍ hevur tvær ferðir fyrr í summar spælt fyrra dystin javnt í Føroyum fyri síðani at vunnið á útivølli. Hetta Sheriff-liðið sá út til at verða komið til Føroyar eftir einum javnleiki ella var virðingin stór. Ein sá, at sum einstaklingar vóru fleiri leikarar, sum kundu nógv og fleiri vóru sera skjótir. Men vit síggja eisini, at KÍ-hópurin er trýstur uppá leikarar og orku í løtuni, har nógvu skaðarnir og onkur sjúka ger tað trupulari enn fyrr í summar. KÍ spældi á nógvum økjum ein góðan dyst, serliga í verjuspælinum og á miðvøllinum, men skapandi parturin haltaði. Møguleikin var har at fáa eitt enn betri úrslit, tí FC Sheriff rakti ikki ein góðan dag, men KÍ tók ikki heilt av, hóast ein javnleikur ikki er nakað vánaligt úrslit móti einum góðum liði.