Men talan var um risso springarar og tískil varð avgerð tikin um ikki at halda grindini til
Grindaboð komu kl 08.04 í morgun í Árnafirði. Tað vísti seg tó at talan var um risso springarar og tí varð avgerð tikin um ikki at halda grindini til.
Risso springarar eru eitt millumting millum springara og vanligan grindahval. Teir hava grá/hvítar strikur á kroppinum, sum einamest líkjast skøvum.






