Íbúgvararnir á Oyri í Klaksvíkar Kommunu, hava fyri árum síðani skipa seg í eitt áhugafelag, sum á hvørjum ári millum annað skipar fyri Summarhugna á Norðoyri. Hetta tiltakið er í dag. Norðlýsið hevur verið á vitjan, niðanfyri eru myndir og skráin fyri dagin:
Kl 10:00 Morgunmatur í teltinum
Kl 10:00 Hoppiborg og vatnhylur til børnini
Kl 10:45 Togtogan millum heimara og uttara býling
Kl 12:30 Ábit í teltinum
Kl 14:00 – 16:00 Ymiskt stuttligt fyri børnini
– Framsyning av gomlun myndum.
Kl 16:00 Vitjan av 112
Kl 17:00 Hamburgarar og Pylsir verða til keyps
(Einans kontant)
Kl 21:30 Sangløta í teltinum við Harmonik spælið
(Maiken og Simona Framføra)





















































