23 ára gamli pólendingurin hevur gjørt sáttmála við Mjølnir fyri komandi kappingarár
Bartek Grzegorzewski verður Mjølnir leikari næsta kappingarár. Bartek flytir til Klaksvíkar í næstum. Bartek leikar sum diagonalur. Hann hevur leikt trý ár í næstbestu pólsku deildini við liðunum Legia Warszawa og Huragan Wołomin.
Bartek fer harumframt at venja ungdómslið hjá Mjølnir.
Mjølnir menninir leika í CEV Challenge Cup, har mótstøðuliðið er úr Linne í Hollandi. Fyrst verður leikt i Badmintonhøllini í Klaksvík mikudagin 25. oktober og síðani vikuna eftir í Hollandi.
Enn er leikskipanin ikki komin út fyri Føroya Tele deildina hjá kvinnum og monnum.




