Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Latiff á veg til Føroyar

Jóhann Lützen

Umboð fyri KÍ hava í alla nátt verið í samband við Moldovisku myndugleikarnar og nú er spenta støðan loyst

 

Tá KÍ ferðalagið kom til Moldova vildu mynduleikarnir í landinum ikki loyva Latiff inn í landið við grundgevingini at hansara pappírir ikki vóru í lagi. Tískil varð passið tikið frá honum. KÍ ferðalagið fór undan honum og eftir sat Latiff á flogvøllinum saman við einum umboðið frá KÍ leiðsluni. 

Síðani er arbeitt við hástrýsti at fáa støðuna loysta og tað riggaði í morgin. Tískil er Latiff á veg til Føroyar aftur. 

 – Hann hevur sitið eftir á flogvøllinu. Einsamallur. Vit sluppu ikki til hann, so hann hevur sitið púra aleinaður við tlf, løðara og visakorti, so hann hevur kunnað keypt sær mat og drekka, sigur Eyðstein Poulsen.
 
– Systemið hevur verið tungt at dansa við her eysturi, men nú er bara eftir hjá okkum at geva alt á vøllinum í kvøld, so alt hetta verður gloymt, sigur Eyðstein Poulsen við Norðlýsið at enda.