Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Arktisk Kommando: Havnarstongsulin broytir onki

Jóhann Lützen

Eftirlitiskanningarnar ella inspektiónirnar hjá Arktisk Kommando av fiskiveiðu halda fram sum áður, og at russisku skipini ikki longur koma í føroyskar havnir, har føroyskir myndugleikar áður høvdu eftirlit við teimum, broytir onki fyri virksemið hjá Arktisk Kommando.

 

 

Sum lið í havnarstongslinum fyri russiskum skipum frásegði Føroya Landsstýri sær í roynd og veru eisini møguleikan at hava eftirlit við tí virkseminum hjá russisku skipunum, sum fer fram í føroyskum sjóøki. Umskipingarnar, sum áður vóru í føroysku havnunum, eru síðani stongsulin farnar fram á opnum havi, og tað hevur sjálvsagt gjørt tað truplari at hava eftirlit við, júst hvat verður umskipað, og hevur nógv kjak verið um hetta í sambandi við havnarstongsulin. Arktisk Kommando er hinvegin framvegis úti á fiskileiðunum.

Í sambandi við, at nýútnevndi ovastin í Arktisk Kommando, generalmajorurin Søren Andersen, er í Føroyum, spurdi Norðlýsið hann, um fiskivinnuumsjónin hjá Arktisk Kommando eisini var ávirkað av havnarstongslinum. Svarið var, at tað er hon ikki, tí Arktisk Kommando – enn sum áður – einans fremur fiskiveiðueftirlit á skipum á fiskileið, meðan tey fáast við fiskiskap. Orðarætt sigur nýggi ovastin soleiðis:  

“Arktisk Kommando kan oplyse, at ændrede forhold i færøske havne ikke påvirker Arktisk Kommandos fiskeriinspektioner. Det skyldes, at skibe under Arktisk Kommando alene udfører fiskeriinspektioner på skibe, der er på fiskefelterne og aktuelt er beskæftiget med fiskeri”.

Sostatt er greitt, at Arktisk Kommando ikki hevur økt sítt eftirlit við m.ø. russiskum skipum, nú føroysku myndugleikarnir hava minkað munandi um sín part.