Eftir eina harða dystarskrá er landsliðssteðgur, áðrenn ein enn harðari dystarskrá stendur fyri framman.
15 dagar vóru frá dystinum í Moldova til næsta dyst og KÍ-venjarin Magne Hoseth hevur valt at geva leikarunum steðg frá vanliga fótbóltsgerandisdegnum. KÍ-hópurin hevur fingið frí í eina viku og fleiri nýta hetta høvið at fara uttanlands o.s.v. Tó eru krøv um sjálvvenjing, soleiðis at formurin verður hildin viðlíka fram til hópurin byrjar aftur regluligar venjingar síðst í komandi viku.
Undantøkini eru tó landsliðsleikararnir, sum samlast mánadagin.
Dystir hjá KÍ eftir summarsteðgin:
11.07: KÍ-Ferencváros 0-0
19.07: Ferencváros-KÍ 0-3
26.07: KÍ-BK Häcken 0-0
02.08: BK Häcken-KÍ 3-3
08.08: KÍ-Molde 2-1
11.08: Víkingur-KÍ 2-1
15.08: Molde-KÍ 2-0
20.08: KÍ-07 Vestur 1-1
24.08: KÍ-Sheriff 1-1
27.08: KÍ-EB/Streymur 3-2
31.08: Sheriff-KÍ 2-1
(landsliðssteðgur, 07.09: Pólland-Føroyar og 10.09: Føroyar-Moldova)
15.09: HB-KÍ
18.09: KÍ-B68
21.09: Slovan Bratislava-KÍ
24.09: TB-KÍ
27.09: EB/Streymur-KÍ
01.10: KÍ-ÍF
05.10: KÍ-Lille
08.10: AB-KÍ
(landsliðssteðgur, 10.10: Føroyar-Pólland og 15.10: Kekkia-Føroyar)
22.10: B36-KÍ
26.10: KÍ-Olimpija Ljubljana
28.10: KÍ-Víkingur (mest sannlíkt fluttur til 29. ella 30. oktober)
09.11: Olimpija Ljubljana-KÍ
(landsliðssteðgur, 16.11: Noreg-Føroyar og 20.11: Albania-Føroyar
30.11: KÍ-Slovan Bratislava
14.12: Lille-KÍ



