Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Føroyar eru 29% matsjálvbjargnar

Jóhann Lützen

Í hesum døgum verður 11th Circumpolar Agricultural Conference hildin í Norðurlandahúsinum. Hetta er landbúnaðarráðstevna, og Norðlýsið var sum einasti miðil við á fyrsta degnum og fekk orðið á Trónd Leivsson, júst tá fyrsti dagurin av trimum av tí 11. altjóða landbúnaðarráðstevnuni var liðugur. Vit spurdu hann, hvat var komið burturúr fyrsta degnum.

 

– “Í dag [samrøðan gjørd ígjár, red] hava vit havt framløgur úr ymiskum londum, og tað verður eisini leisturin í morgin”, sigur Tróndur. Felagsskapurin, ið skipar fyri hesum, varð stovnaður í 1992, og fevnir um Alaska, Canada, Grønland, Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Finnland og so hava Russland og nakrar av teimum sibirisku regióninum eisini vanliga ein virknan leiklut. Felagsskapurin møtist 3. hvørt ár at hava orðaskifti um felags áhugamál, serliga landbúnað, matvørur og livilíkindi í økjunum í Norðurhøvum. Í ár varð serligur dentur lagdur á matvørur, herundir matvørutrygd og burðardygga matvøruframleiðslu.

– “Veðurlagsbroytingarnar hava sína ávirkan á hesi viðurskiftini, og samstundis ger FAO vart við, at heimurin skal framleiða meira mat hetta til 2050 fyri at nøkta tørvin fyri dygdargóðum matvørum í tíðarskeiðnum”, sigur Tróndur Leivsson, og leggur afturat:

– “Fyrsti dagurin á landbúnaðarráðstevnuni innihelt m.a. ein sera áhugaverdan fyrilestur úr Álandi, og Búnaðarstovan var við til at gera eina norðurlendska frágreiðing, ið varð liðug í fjør, um matvørutrygd í Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Álandi og Bornholm. Av hesum kom Áland serliga væl frá tí, tá tað kemur til trygd fyri matvørum, serliga tá vit hugsa um, at Bornholm, ið líka sum Áland liggur í Eystrasalti, er botnskravarin í somu frágreiðing. Áland var 60% sjálvsveitandi, meðan samsvarandi talið fyri Bornholm einans var 6%” .

Tað var serliga gevandi og áhugavert at fáa samfelagskarmarnar aftanfyri hesa frágreiðingina lýstar nærri, men kortini skal onki takast frá hinum framløgunum fyrsta ráðstevnudagin. Øll innsløgini hava verið áhugaverd so ella so, og umleið 50 seyðaáhugað luttóku fyrsta dagin.

Tá tað kemur til matsjálvbjargni roknað í kalorium, er føroyska talið 29%, sigur Tróndur Leivsson, og harvið eru vit helvtina so matsjálvbjargin sum Áland, men 5 ferðir sjálvbjargnari enn Bornholm. Ein orsøk til hetta er, at Bornholm hevur lagt dent á útflutning heldur enn til heimamarknaðin, og tað slepst ikki undan at viðurkenna, at Føroyar hava neyvt sama trupulleika:

– ”Tá ið Norröna ella annað skip er seinkað bert ein dag, so eru handilshyllarnar tómar dagin eftir”, sigur Tróndur, og undirstrikar harvið, at hóast vit eins og Bornholm framleiða nógvar matvørur, so liggur fokus á mati til útflutnings og ikki til heimamarknaðirnar.

Umframt hesa frágreiðingina var ein stak áhugaverdur fyrilestur um nútímans seyðahald frá Jóhann Sveinbjørnssyni, doktara og docenti á Landbúnaðarháskóla Íslands, eins og eitt upplegg úr Finnlandi um matvørulóggávu, ið nevndi, at bøndur ikki kunnu viðfarast sum ein homogenur massi, men sum einstaklingar, ið vanliga hava væl undirbygd sjónarmið, sum tíverri ikki fáa ta virðing, teir hava uppiborið.

”Vil man hava ein politikk, ið skal rigga, má man taka bøndurnar við frá byrjan”, var boðskapurin og niðurstøðan.