Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan tekur ímóti VB leygardagin

Oliver Joensen

Hetta vikuskifti verður hol sett á eitt nýtt hondbóltskappingarár. Kvinnurnar hjá Stjørnuni leggja fyri við at leika á heimavølli í morgin ímóti VB.

 Liðið hjá Stjørnuni er nakað broytt í mun til seinasta kappingarár, við bæði frágongd og tilgond. Tóra Eliasen og Mina S. Hendriksen eru við barn, og verða í øllum førum ikki tøkar áðrenn árskiftið. Danska Ditte Sørensen, sum stóð í málinum seinasta kappingarár, er farin aftur til Danmarkar. Malene Madsen, sum seinastu tvey kappingarárini hevur leikt sum strikuleikari, er farin at leika við StÍF. Tað er eitt sindur ivasamt, hvussu verður við Iuliu Nalvik, sum seinastu tvey árini hevur verið ein av stuðulsleikarunum. Hon er burtustødd,  vónandi verður hon ein partur av liðnum seinni. Men stjørnuliðið er eisini styrkt við trimum nýggjum leikarum. Málverji og vinstri bakkure ru komnir úr Norðurmakedonia, og so er ein miðpælari komin úr Italia. Herumframt eru tað eisini nakrir ungir evnaríkir leikarar sum bjóða seg fram, og onkur at eldri leikari hevur funnið skógvarnar framaftur.                                                                                                            

Spennandi verður at sýggja, hvussu stjørnuliðið fer at standa seg komandi kappingarár. Fyrsta ábendining um hetta fæst leygardagin.                                                                                                                                       Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 13.30. Koyr á Stjørnan.

Harleyfacadeacryl