KÍ-kvinnurnar spældu í dag seinna dystin í Champions League undanbólkinum.
KÍ-kvinnurnar komu afturum 3-0 í fyrra hálvleiki móti HB Køge, sum spældi á heimavølli. Men seinna hálvleik vann KÍ, tí tá skeyt Durita Hummeland einasta málið í hálvleikinum. Sostatt endaði tað 3-1. KÍ endaði aftast við ongum stigi.



