Føroyar taptu, men fullu við æru í U21-landsdystinum móti Kroatia.
Kroatia skoraði tvey flott mál
Í fyrra hálvleiki byrjaðu Føroyar væl, og ein sá, at verjan hjá Kroatia var til at tosa við. Føroyar tordu eisini at bjóða av og Áki Samuelsen hevði stóran málmøguleika at leggja Føroyar á odda, men royndin fór viðsíðuna av. Og løtu seinni skoraði Kroatia flott mál, tá Roko Simic úr Salzburg stýrdi innleggi í málið.
Og beint áðrenn hálvleik økti Kroatia við vøkrum hørðum skoti frá Veldin Hodza úr Rijeka. Hálvleiksstøðan var 2-0, men tað kundi verið øðrvísi, og beint áðrenn hálvleik var Áki Johannesen nær við at skalla í málið.
Gutti Dahl Olsen enn einaferð í Klaksvík
Tað sá alt avgjørt út, tá Kroatia skoraði til 3-0, men so var ikki. Innskifti Gutti Dahl Olsen gjørdi tað sum hann eisini gjørdi móti Andorra seinast. Hann kom inn og skoraði og enntá tvær ferðir. Báðar ferðir átti Gullbrandur Øregaard uppleggið. Nú kom álvara spenningur í og Føroyar fingu fríspørk og innkøst, men heilt vandamikið bleiv tað ikki. Ístaðin fekk Kroatia avgjørt dystin við 4-2 máli.
Samanlagt ein góður fótbóltsdystur í kuldanum, har vit sóu serførleikar hjá Kroatisku leikarunum, sum antin hava ella fara at fáa stór feløg at spæla fyri, meðan Føroyar vístu dirvi til at spæla fyri møguleikanum. Føroyingar skoraðu tvey mál og høvdu aðrar málmøguleikar, men at enda vóru stórfavorittarnir ov góðir í avgerandi støðunum.



