Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Netverksfundur hjá Føroya Tele í dag

Jógvan Skorheim

Hósdagin 14. september kl. 09.00 bjóðar Føroya Tele inn til netverksfund.

Føroya Tele verður fyrsta fyritøka, ið bjóðar inn til netverksfund eftir summarfrítíðina. Hølini á Biskupsstøðgøtu 3 eru nýliga umvæld, og verður netverksfundurin hildin í snotuligu umvældu hølunum.

Fundurin verður hósdagin 14. september kl. 09.00 og byrjar við morgunmati og netverkspráti.

Allir limir hjá Klaksvíkar Vinnulívsráð við viðkomandi starvsfólkum eru vælkomin á netverksfundin.

Skráin fyri netverksfundin sær soleiðis út:

  • Morgunmatur og gómagott
  • Umboð fyri Vinnulívsráðið bjóðar vælkomin
  • Føroya Tele Samtakið, fyritøkan og framtíðin  v/Jan Ziskasen, samtaksstjóra
  • 5G verkætlanin, nýggja farnetið og møguleikar v/Símun Skaalum, stjóra í FT Samskifti.
  • Tólnet (IoT) í verki v/Jesper Markling, IoT-samskipara.
  • Umboð fyri Vinnulívsráðið takkar fyri

Í Netverkinum hjá Vinnulívsráðum eru 65 limir ídag.