Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

MP Teknik við í stórari verkætlan í Kina

Jóhann Lützen

Fyrr í vár undirskrivaðu MP Teknik og Fluctus undir samstarvsavtalu, ið mennir fóðurskipanir, fóðurflakar og stýringsskipanir viðvíkjandi fóðring í aling.

Hetta samstarvið hevur borið við sær, at MP Teknik nú fær møguleikan at vera við í stórari verkætlan í Kina.

Avtala var gjørd millum Fluctus og sílaalifyritøkuna Minze Longyangxia, um veiting av trimum luftbornum fóðurskipanum og einari vatnbornari.

Til hesa verkætlan vera starvsfólk úr MP Teknik knýtt at verkætlanini.

Vit gleðast um møguleikan, og gevur hetta okkara starvsfólkum royndir, ið vit so aftur kunnu brúka her um leiðir.

Norski miðilin iLaks hevur skrivað um verkætlanina, les meir her

Harleyfacadeacryl