icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Barnahúsið Margit 16 føðingardag

klaksvik.fo

Fríggjadagin var hátíðarhald í samband við at Barnahúsið Margit hevði 16 ára føðingardag. Dagurin byrjaði við morgunmati til børn, foreldur og starvsfólk.

 

Eftir øll hvødu fingið morgunmat, varð skipað fyri einari felags sangløtu. Tá kom eisini vinarbamsan at vitja. Vinarbamsan er partur av tilfarinum Betri Vinir hjá Barnabata, og er ein liður í arbeiðinum við fyribyrging ímóti happing.