Enn ber til hjá fyritøkum og felagsskapum at tryggjað sær bás
Ein foreldrabólkur hjá dreingjum 14 og 16 hjá Team Klaksvík eru fyrireikarar.
Tankin er, at tað er líknandi teimum gomlu sølustevnunum, handlar vísa fram jólagávu hugskot oa. frisørar skjóta hol í oyrini, jólamynd kann takast, mótashow við nýggjasta jólastásinum. Jólahugnin skal merkjast og jólaløg verða framførd á pallinum.
Jólasølustevnan byrjar leygardag kl. 14 til 22 og sunnudag frá 14 til 21.
Fyritøkur og felagsskapir kunnu tryggjað sær bás við at skriva tpost á: joliklaksvik@gmail.com



