Tað, sum eg serliga leggi tilmerkis á hesi myndini, eru skip og bátar fyri teym á vágni, og tað stóra fiskastykkið hjá Kjølbro, sum strekkir seg heilt frá bygningunum á Stongunum og niðan móti húsunum við Garðavegin.
Eg leggi eisini tilmerkis, at tað bara eru fá hús omanfyri Garðavegin. Tey norðastu eru húsini hjá Albert Matras, har Nancy og Sigmund Langgaard seinni eisini búðu. Tey næstu húsini suðureftir eru húsini hjá Petrinu og Richard hjá Jóan Jakku á Viðareiði, og síðan koma húsini hjá Julius á Viðareiði.
Longur suðuri eru bara tvinni hús omanfyri vegin, tey norðaru eru húsini hjá Petur í Fugloy, sum vórðu tikin niður fyri nøkrum árum síðan, og tey næstu eru húsini hjá Onnu og Jóhannes Nolsøe. Anna og Jóhannes Nolsøe giftust í 1933, og Richard og Petrina giftust sama árið, so eftir tí at døma, kundi myndin verði tikin onkuntíð nakað miðskeiðis í 1930unum.
Eg tori hvørki at seta nøvn á skipini ella at tíðarfesta myndina neyvt, sum eg tók av sjónvarpsskíggjanum fyri umleið einum ári síðan.



