Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjar kloakkir á Eiðinum

klaksvik.fo

Í rúma tíð hevur Kanjon, vegna Klaksvíkar kommunu, arbeitt við at dagføra kloakkirnar á Eiðinum og á Skúlatrøð. Talan er um spillivatnsarbeiði, har allar kloakkirnar í økinum eru gjørdar av nýggjum. Arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, m.a. tí stór brek vóru leiðingunum í økinum frá Heygavegi oman til Gerðagøtu.

 

Samstundis sum kloakkirnar eru lagdar inn til hvørt hús, hevur FT NET eisini lagt fipur í húsini í økinum. Partur av arbeiðinum var eisini, at gera tann innasta partin av vegnum á Eiðinum lidnan. Í næstum fer Vegadeildin at skifta út girðingina millum vegin á Eiðinum og Skúlatrøð, og tá er arbeiðið liðugt.