Bert ein dystur er eftir í landskappingini og hann er ímóti HB í Havn 14. oktober. Nú er støðan at KÍ kvinnurnar, sum higartil hava vunnið allar sínar dystir, liggja 18 stig frammanfyri nærmastu kappingarneytar, ið eru NSÍ og HB.
Í dag vunnu KÍ kvinnurnar ein tryggan sigur á NSÍ við tveimum málum ímóti ongum.
Málini skutu Rabekka F. Benbakoura og Liljan S. Jacobsen.
Støðan í Føroyameistarakappingini er, at KÍ liggur fremst, sum sagt við 60 stigum, Nr. 2 er NSÍ við 42 stigum, Nr. 3 HB við 42 stigum, Nr. 4 B36 við 37 stigum, 5. Víkingur við 21 stigum, 6, 07Vestur við 13, 7 Ebs/Skála við 10, og nr. 8 er TB/FCS/Royn við 4 stigum.






















































