KÍ og NSÍ bresta saman í ársins steypafinalu hjá kvinnum í kvøld.
KÍ er umboðað í einari steypafinalu í ár. Tað er besta kvinnuliðið, sum í kvøld møtir NSÍ, sum liggur á 2. plássi í landskappingini. KÍ vann steypakappingina í 2022, men í 2021 var tað júst NSÍ, sum vann steypakappingina.
Steypafinalan á Tórsvølli byrjar kl. 19.15. Dómari verður Høgni Madsen.



