Føroyska landsliðið er í einum aldudali.
Landsdysturin móti Póllandi bleiv oylagdur tíðliga í seinna hálvleiki, tá dómarin gav eitt ivasamt reytt kort til Føroyar. Men eitt tap lá longu tá á borðinum, og tað endaði við einum 2-0 tapi.
At tapa móti Póllandi er í sær sjálvum ikki nøkur katastrofa, men tað er meira heildin í 2023, sum ikki sær so góð út. Føroyar spældu fýra EM-undankappingardystir á heimavølli í einum bólki, sum á pappírinum ikki telist millum teir bestu, og fingu einki stig og málmunin 1-9. Hetta er fyrstu ferð síðani 2014, at Føroyar spæla eitt kalendaraár uttan at fáa stig á heimavølli.
Føroyar spæla aftur sunnudagin móti Kekkia á útivølli.



