Nú skal ein lóg frá 1937 um gongd í haga standa sína roynd á fyrsta sinni
Í gjár fekk løgreglan eitt uppkalll frá einum bónda á Kalsoynni. Ørindini vóru at melda 3-5 útlendingar sum vóru farnir í hagan hjá bóndanum, sambært vakthavandi á løgreglustøðini.
Teir verða skuldsettir eftir Grein 41 í lógini um Hegn og Markfred frá 1937 og hon sigur:
§ 41. Den, som, uden at dertil er Hjemmel, gaar uden for ret Bygdevej i Hauge, hvor han ikke er Lodsejer, eller i Fælleshauge, for hvilken Vedtægt om Lodsejernes Færdsel er oprettet paa Haugestævne under Sysselmandens Ledelse (jfr. Haugelovens § 3), straffes med Bøder; gaar han ulovlig med Hund, betragtes dette som en skærpende Omstændighed.
Verða útlendingarnir funnir sekir, er bótin 1.000 krónur, upplýsir vakthavandi.



