Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir skrivar søgu mikudagin

Jóhann Lützen

Altjóða flogbóltur verður at síggja næsta mikudag, tá Hollendska liðið Limax vitjar í Badmintonhølllini. Keypið atgongumerki longu nú

 

 

Mjølnir skriva søgu næsta mikudag, tá teir taka ímóti hollendska Limax í Challenge Cup. Menninir hava vunnið 5 meistaraheitir á rað og hesi somu árini eru fýra steypasigrar smasjaðir heim. 

Nú roynir Mjølnir flogið uttanlanda og fyri teimum stendur liðið Limax úr Linne í Hollandi. Tað er eitt sera sterkt mótstøðulið. Við Norðlýsið sigur Thorvald Danielsen at Limax er manna við eitt nú landsliðsleikarum úr Hollandi. 

Talan verður um tveir dystir, ein heima og ein úti. Mikudagin 25 oktober spælir Mjølir móti Limax í Badmintonhøllini og vikuna eftir tann 1. november verður útidysturin leiktur. 

Vit vóna at fáa stuðul frá so nógvum heimaáskoðarum í Badmintonhøllini sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er fyrri dysturin og við góðum stuðuli fara vit at spæla okkara kjans, sigur Thorvald Danielsen liðskipari hjá Mjølnir. 

Dysturin verður mikukvøldi 25 oktober og byrjar kl. 19.00

Keypið atgongumerki her.