Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mjølnir løgdu hart út

Jóhann Lützen

Mjølnir bergtók allar teir mongu áskoðararnar við einum sera flottum fyrsta setti. Hollendska liðið dróg tó longra stráðið at enda

 

Mjølnir leiktu sín fyrsta altjóð dyst í Challenge Cup í kvøld. Løtan var søgulig og nógv fólk vóru komin í Badmintonhøllina at uppliva dystin. Til upphitingina sást at hollendska liðið slóg sera væl við øllum teirra mongu høgu leikarum.

Men tá dysturin varð bríkslaður í gongd dróg Mjølnir beinavegin frá. Alt sat sum tað skuldi. Servirnar løgdu nógv trýst á hollendsku móttøkurnar, móttøkurnar hjá Mjølnir vóru góðar og tað merkti at Thorvald hevði lætt spæl at finna álopsloysnir, ið hollendararnir slett ikki fingu loyst. Mjølnir hólvaði snøgt sagt Numidia Limax sundur í fyrsta setti. 25-11.

Næsta sett var javnt og tað vunnu hollendarar við 25-22. Móti endanum av settinum gjørdi Mjølnir tveir býttar feilir og so var settið mist hjá Mjølnir. Triðja sett tapti Mjølir greitt 25-11. Fjórða sett gjørdist ongantíð serliga spennandi, tí at hollendsku ungu leikararnir vóru sera uppsettiir.

5. sett hjá minti nógv um settið undan. Flestu tingini hjá Numidia Limax riggaðu og okkara menn formáddu sær ikki eins nógv. Ein 3-1 ósigur, sum var rætta úrslitið, hóast Mjølnir leikarararnar stóðu seg væl. Mjølnir fekk eitt stig í fyrsta dystinum og tað má metaast sum at vera góðtikið.

Útidysturin er næsta mikudag 1. november. 

 

Mjølnir – VC Limax 1-3: 25-11, 22-25, 11-25, 15-25