Í Svínoy verður minningarhald teirra sjólátnu í dag, allahalgannardag – kl. 13 við minnisvarðan, ”Dropi í lívsins havi” í Svínoy. Jógvan Horn flytir fram røðu
Á Syðradali
Verður minningarhald teirra sjólátnu allahalgannadag – kl. 13.30.
SAM fer av Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50
Jóhan við Neyst, flytir fram røðu.
Í Klaksvík
Verður allahalgannahald í dag kl. 15.00 – við Gamla Kirkjugarði – í Klaksvík.
John Júst á Marknagili, flytir fram røðu
KFUM og K-kórið syngur
Boðið verður til ein drekkamunn í KFUM og K eftir haldið
Klaksvíkar býráð
Allahalgannadag minnast vit tey, ið fingu váta grøv og tey, ið doyðu í yrki sínum á sjónum. Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum. Tann fyrra er frá 1943, tann seinna í 1949.
Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið umboðandi tað lokala økið og alment umboðandi allar Føroyar.
Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.
Vit takka Guði fyri at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár.






