Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Venjaraskifti í Stjørnuni

Oliver Joensen

Tað hevur ikki gingið væl hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni higartil í landskappingini. Nú sjey umfør eru leikt, er tað bert blivið til tveir sigrar. Eftir tap ímóti StÍF seinasta vikuskifti, ynskti venjararnir Annika og Rógvi at verða loyst úr starvi.                                                                                                                        

Nevndin hevur síðani arbeitt við at finna nýggjan venjara, og er tað eydnast finna avloysaran. Avtalað er gjørd við Kára Horn um, at hann skal standa fyri venjingini restina av kappingarárinum. Kári er ikki ókendur í felagnum. Kári tók yvir sum venjari hjá besta kvinnuliðnum kappingarárið 21/22. Og varð avtala tá gjørd um, at Kári skuldi halda fram sum venjari 22/23, men tá kappingarárið var hálvrunnuð, mátti Kári av persónligum orsøkum siga venjarastarvið frá sær.                                                                                                                 

Fyrsta uppgávan hjá Kára sum nýggjur venjari verður nú sunnudagin, tá Stjørnan á heimavølli skal leika dyst í steypakappingini ímóti VÍF.