Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Olimpija Ljubljana-KÍ

Jákup Ósá

Í kvøld verður ein týdningarmikil dystur í bólkaspælinum í Conference League hjá KÍ.

KÍ vann 3-0 á heimavølli móti Olimpija Ljubljana, men í Slovenia eru meistararnir úr Ljubljana framvegis favorittar á heimavølli móti føroysku meistarunum.

Hjá KÍ eru René S. Joensen og Hallur Hansson ikki tøkir. Annars væntast flest allir klárir.

Dysturin í Ljubljana byrjar kl. 20.00. Dómari verður Philip Farrugia frá Malta.