Núpur legði at bryggju seinnapartin. Sera nógv av stórum toski at fáa á Føroya Banka.
Ísfiskalínuskipið hevur 160.000 pund, sum hann hevur fiskað í fimm-seks dagar. Hann byrjaði at fiska 3. november. 120.000 pund er toskur. Rest er hýsa, longa, havtaska og brosma. Av toskinum var 98 % toskur 1.



