Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seinnapartur við Emil á Klaksvíkar bókasavni

Jóhann Lützen

Mánadagin 13. november kl. 16.00 fara vit at hugna okkum saman við Emil úr Lønnebergi. Vit fara at hoyra um, tá Emil bjóðaði til jólahald á Kattholti. Aftaná fara vit at síggja filmin frá jólunum hjá Emil, filmurin hevur danska talu. Til ber eisini at lita myndir av Emil og Idu.

 

Tiltakið er í samband við, at tað er Norðurlendsk bókasavnsvika, har bókasøvn og skúlar í øllum Norðurlondum skipa fyri upplestri, har sama søga ella søgubrot verður lisið. Í ár er evnið jól í Norðurlondum og er søgubrotið jólaveitslan hjá Emil.