Dómurin ljóðar á 30 dagar treytaða fongsulsrevsing og 40 tímar í samfelagstænastu.
Fyrrverandi høvuðsvenjari hjá KÍ Mikkjal Thomassen er í Føroya rætti í dag dømdur 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava hótt ein fótbóltsspælara.
Mikkjal Thomassen er eisini dømdur at gera samfelagstænastu í 40 tímar. Verjin hjá Mikkjal Torben Koch sigur, at teir umhugsa dómin.
Hetta veit Frihedsbrevet at siga í dag.



