Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj og lættari bróstprotesa

Jóhann Lützen

Linda Laksáfoss vísti í vinnusendingini hjá Norðlýsinum fram eina nýggja protesu, sum kvinnur, ið hava havt bróstkraba, við fyrimuni kunnu brúka. Í mun til aðrar protesur kennist hendan hvørki tung ella klebrut, fyrst og fremst vegna luftholini í kenni.

 

 

Linda Laksáfoss frá Linda – Lekkur Undirklæði var í vinnusendingini hjá Norðlýsinum fyrrapartin mikudagin 22. november, og við sær hevði hon ein lut, sum hon hevði útvegað sær á eini messu í Onglandi í februar fyrr í ár. Linda hevur bæði eina vinkonu og eina mammu, sum tíverri eru raktar av brótskrabba. Vinkonan klagaði um, at hennara protesa bæði klebraði og var ov tung. Hon spurdi so Lindu til ráðs, og úrslitið var, at Linda Laksáfoss fór inn á ein heilt nýggjan marknað. 

Á messuni prátaði Linda við tvær kvinnur, ið báðar høvdu innlegg fyri at javna bringuna út, men tað var ikki júst tí, Linda fór eftir. Men tær fingu víst henni til eina aðra kvinnu, ið hevði eina mammu, ið eisini varð rakt av krabbameini, og hon hevði júst sama trupulleika – protesan klebraði, var tung og trupul at hava við at gera. Eftir at hava kannað marknaðin og funnið út av, at onki annað tilboð var, gjørdi hendan dóttirin ikki mætari enn at uppfinna eina protesu frá botninum av saman við einum kirurgi.

Úrslitið fyrilá í 2019, og tað var ein protesa, sum kann brúkast innan fyri vanligan brósthaldara, bæði í og uttan boyla, og sagt verður av viðskiftafólkunum hjá Lindu, at nýggja protesan kennist sera væl vegna luftholini, sum eru í henni, og hon fær ótrúliga góðar afturmeldingar, ikki minst tummil upp frá Krabbameinsfelagnum.