Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

2.b á Skúlatrøð vitjaði borgarstjóran

klaksvik.fo

Fyrrapartin í dag vóru næmingar úr 2.b á Skúlatrøð og vitjaði Klaksvíkar kommunu. Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði teimum vælkomin og greiddi teimum frá, hvussu býráðið verður valt og hvørjar uppgávur og ábyrgd eina kommuna hevur.

 

Næmingarnir høvdu eisini sera nógvar spurningar til borgarstjóran, serliga spurdu tey inn til, hvussu tað var at vera borgarstjóri og bestemma í býnum. Eftir framløguna og prát fingu næmingarnir okkurt søtt aðrenn tey fóru víðari.

Takk fyri vitjanina.