Hóskvøldið 7 des. kl. 19.00 syngja vit jólini inn í Kunoyar kirkju. Umframt at vit syngja nakrar av okkara kendu jólasálmum, kemur Klaksvíkar hornorkestur at spæla nøkur jólaløg. Hanus á Gørðum sóknarprestur hevur andakt. Eftir løtuna verður ein drekkamuður at fáa.



