Stórhøllin í Tórshavn og mentanarhúsið SALT í Suðuruoy fingu umleið ein triðing av íløguni stuðlaða av løgtinginum, ímeðan Varpið bert hevur fingið góð 15%
Upprunaliga var politisk avtala gjørd um at Varpið skuldi fáa 17 milliónir frá løgtinginum, men nú fíggjarlógarálit er lagt fram kann staðfestast at henda er brotin. Samlað eru bert 12 milliónir játtaðar og sostatt mangla 5 milliónir í.
Hóast Varpið enn ikki er heilt liðugt, hevur húsið longu verið karmur um fleiri mentanartiltøk og hevur einans fingið jalig ummæli frá listafólkum og gestum.



