Teir hava 150 tons inni, har meginparturin er stórur bankatoskur
Hýrurin var góður í morgun snimma, tá vit vitjaðu niðri á støð. Mikkjal Pauli Lamhauge, skipari á Polarstjørnuni upplýsti at teir høvdu fult skip. Teir hava roynt á bankanum og á rygginum, sum hann málbær seg.
Prísurin er eisini góður, so lagið var hareftir í morgun. Nú verða nakrir góðir feriudagar undan høgtíðini, so tað er gott lag á manningini, segði Mikkjal Pauli Lamhauge við okkum.




