Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fíggjarlógin við Norðoyabrillum

Jóhann Lützen

Tað sær ikki gott út fyri Mentanarhúsið Varpið. Hinvegin eru munagóðir batar at hóma aðrastaðni í fíggjarlógaruppskotinum, soleiðis sum tað kom aftur úr nevnd millum 1. og 2. viðgerð, sum er seinni í dag. Vit hava hugt at bæði batum og vanbýtum innanfyri tað almenna í Norðoyggjum í uppskotinum frá meirilutanum í Fíggjarnevndini, ið allarhelst er tað, sum verður samtykt

 

 

Klaksvíkar Sjúkrahús fær eitt ársverk afturat, t.v.s. eitt fulltíðarstarv frá 2024 av, og tað fer til eitt starvsfólk, sum kemur at arbeiða við nýggja Tesla 3-scannaranum, ið verður settur upp í næstum. Umframt hetta fær Klaksvíkar Sjúkrahús (eins og Suðuroyar Sjúkrahús) 5% eyka til prísvøkstur. Fyri Klaksvíkar Sjúkrahús merkir hetta 875.000 meira til prísvøkstur og 750.000 afturat til starvsfólkið, ið skal manna scannaran. Tilsamans verða játtaðar 1.625.000 meira til rakstur og 1.300.000 meira í løgujáttan, ið fer til høli til scannaran, í alt beint undir 3 milliónir meira í 2024.

Tekniski Skúli í Klaksvík stóð til at vera fyri stórum vanbýti í upprunauppskotinum, men fær í broytingaruppskotinum 3 milliónir afturat til útbjóðing og byggibúning av lendi. Verri sær út fyri Miðnám á Kambsdali (ið verður tikin við her, tí Klaksvíkar HF-Skeið sorterar undir Miðnámi á Kambsdali og fær lut í játtanini har). Har verður játtanin skerd við 1,7 milliónum, tó at tað ikki framgongur, júst hvar peningurin verður spardur. Tað framgongur tó, at talan er um minking av løgujáttan, ikki rakstrarjáttan.

Varpið verður fyri vanbýti, sum vit skrivaðu um herfyri. Hetta er ikki broytt í álitinum, og tí er ikki líkt til, at nøkur hjálp verður at heinta. Varpið hevur annars fingið lovað 17 milliónir frá Føroya Løgtingi, men hevur bert fingið 12 milliónir. Varpið hevur bert fingið umleið 15% av íløguni frá tinginum, meðan Stórhøllin og SALT hava fingið nærri 33% stuðlað av Løgtinginum.

Meirilutin í Fíggjarnevndini eru Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, Javnaðarflokkurin; Eirikur í Jákupsstovu, Tjóðveldi; Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin og Hanna Jensen, Framsókn.

Minnilutin í Fíggjarnevndini eru Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin; Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin og Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin. Teir hava nøkur uppskot til broytingar viðvíkjandi Norðoyggjum, ið eru ein millión krónur til Kunoyarvegin frá tunnilsmunnanum til Kunoy (bygdina), 2 milliónir til framhaldandi dagføringar av Norðtoftavegnum. Minnilutin tekur annars undir við øllum tí hjá meirilutanum, ið viðvíkir Norðoyggjum.

Møguleiki er fyri broytingum millum 2. og 3. viðgerð, so tað er ikki vist, at omanfyristandandi verður tað endaliga, men í løtuni er tað tað mest sannlíka. Serliga tá hugsað verður um, at meiriluti og minniluti eru samdir um meginpartin. Meirilutin stendur ikki undir uppskotinum til meirjáttanir til Kunoyarvegin ella Norðtoftavegin, og líkt er tí til, at teir pengarnir ikki verða játtaðir í 2024.

2. viðgerðin av løgtingsfíggjarlógini er í dag, 13. desember, meðan 3. viðgerð ikki er sett á skrá enn, men er hvørki á skránni í morgin ella fríggjadagin. Hon verður tó helst áðrenn jól.