Seinastu vikurnar hava næmingarnir arbeitt við eitt nú baking “tí kalda køkinum” heilsugóðum mati, við fokus á kantinu
Allir næmingar á Matvøruútbúgvingini byrja fyrsta skúlaskeið saman í august og enda við próvtøku seinast í januar. Her læra næmingarnir breitt innan matvøruøki.
Í dag var ræst kjøt og súpan á skránni, eisini var ræstur bógvur stoktur í ovni við eplum og rótfruktum afturvið. Kjøtið var av Viðareiði, har næmingarnir í heyst við góðari hjálp sjálvi høvdu flett 2 lomb. Krovini høvdu hingið til ræsingar í hjallinum hjá Tekniska skúla í Klaksvík, og í morgun vórðu tey sundurlimað, kjøtið sviðið, áðrenn tey fóru til verka í køkinum.
Les meira um útbúgvingina her.









