Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

“Vit syngja jólini inn” í Kelduni

Jóhann Lützen

Eins og undanfarnu 18 árini, verða jólini aftur í ár sungin inn í Kelduni í Skálafirði tollaksmessukvøld – 23. desembur kl. 21.

 

Á skránni er nógvur felagssangur við kendum, góðum jólasangum. Kvøldið er eisini kryddað við nøkrum framførslum. Í ár verða tað Álvur F. Christiansen, Maibritt Kechtan, Oddbjørg og Helgi Abrahamsen og Lisa Frederiksberg, ið fara at føra fram.

Aftan á bjóðar Kafé Keldan øllum til drekkamunn og holukøkur.

Alt er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Eins og undanfarin ár verður innsavnan – hesaferð til krígsrakt økir.