Tá ið vit komu út á stóra og vakra leikvøllin hjá Lille í kvøld, møttu vit fleiri fransmonnum í fóru at heppa á KÍ.
Ein av teimum, ið vit møttu, var í einari EB/Streym blusu við navninum Sólheim á rygginum.
Hann ynskti sær eina KÍ blusu eisini, men enn hevði hann ikki fingið fatur á einari.
Ungi maðurin var púra bergtikin av KÍ-liðnum.
Vit høvdu ikki gingið meiri enn nøkur fá fet, so sóðu vit aftur eina KÍ blusu. Vit heilsaðu upp á, men heldur ikki hesaferð var tað ein klaksvíkingur.
Ungi maðurin hevði vitjað í Føroyum tvær ferðir, og helt at Føroyar var fantastiskt. Hann elskaða KÍ, og hevði millum annað verið í Klaksvík fyri at keypa sær KÍ blusuna og ikki minst troyggjuna, sum er ein heit føroysk troyggja við eyðkendum føroyskum minstri.
Spenningurin til dystin økist, og okkara egnu áskoðarar eru komnir út á stadion.





