KÍ spælir vip einari 3-4-3 leikskipan. Stóra yvirraskilsi er, at Páll Klettakarð byrjar ikki inn.
Hann fekk ein snudd í vinardystinum móti Víkingini herfyri, men væntað verður, at hann fer at koma inn einaferð í seinna hálvleiki.
Tí byrjar Gussiås mitt fyri í álopinum, meðan Kronberg og Árni spæla á hvør sínari síðu.
Tað hevur ikki verip pláss fyri Deni í byrjunaruppstillingini. Heini Vatnsdal er klárur aftur eftir ein skaða og tí verður tað hann og síðani Oddmar og Forren, ið mynda verjuna.
Deni er ikki skaddur, og tí verður væntað at hann kemur inn at avloysa.



