Eftir pápa mín, John William Joensen sála, var ein ávís nøgd av knívum, sum hann hevði brúkt í sínum arbeiði á Dávavirkinum og heima við hús. Eftir at teir høvdu ligið nøkur ár órørdir á Vágsheygnum, var komið hartil, at húsini vóru seld. Tá fall í mín lut at taka hond um knívarnar.
Teir trongdu tá til eina hond, tí fekk eg Levi Heinesen, sála at brýna mær teir. Sum flest tykkara helst vita, so dámar mær væl at flóta á víkini og at taka tað upp, sum eg fáið. Frá tíðini á Dávavirkinum havi eg lært, hvussu umráðandi tað er, at tú heldur knívarnar hvassar. Tað er stórur munur á, eitt nú at skera flak við einum hvøssum knívi og einum muddi. Ikki bert er tað lættari,tá knúvurin er hvassur, men tað sum verður niðurskorið, verður eisini munin snøggari, tá knívurin ikki bara skræðir og slítur.
Aftur sum nýggir
Tíðina síðani Levi Heinesen andaðist, havi eg so sjálvur roynt at hildið knívarnar so dánt við mínum hvørvisteini og stáli, men teir eru ongantíð komnir aftur á støði teir vóru á, tá Levi Heinesen hevði havt teir undir hond.
Men nú hevur bróður, Ásmundur Joensen, kunna seg um at halda hvasst og hevur í hesum sambandi útvega sær amboð til arbeiðið.
Hann hevur í vikuni brýnt mær knívarnar av einslistum. So hvassar knívar haldi eg ikki, at eg havi havt á hondum áður.
Ásmundur er væl útgjørdur til at hvessa knívar og jørn, so hevur onkur brúk fyri at fáa knívar ella jørn hvesst, so er bert at ringja 595666.





















