Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Asbjørn Tungá skiftir til NSÍ

Jákup Ósá

NSÍ hevur fingið nýggjan hjálparvenjara.

Høvuðsvenjari

 

NSÍ skrivar:

40-ára gamli klaksvíksingur, Asbjørn Tungá, kemur í kappingarárinum 2024 at vera hjálparvenjari hjá besta mansliðnum. 

Asbjørn hevur drúgvar royndir innan yrkið. Sambart faroesoccer, er fyrsti dystur hjá Asbjørn, sum venjari, skrásettur í 2016 og hevur verið virkin innan venjararyrkið síðani.

Í kappingarárinum 2021 og 2022 vóru Asbjørn og Jens Wedeborg, høvuðsvenjari okkara, venjarapar hjá næstbesta liðnum hjá KÍ.

NSÍ ynskir Asbjørn vælkomnan til Runavíkar og NSÍ.

Saman standa vit sterk!

Harleywoodpaint