KÍ framdi broytingar í viðtøkunum á eykaaðalfundinum
KÍ lýsti herfyri eykaaðalfund at verða ígjárkvøldi. Á skránni vóru viðtøkubroytingar. Vit hava tosa við Rúna Heinesen, næstformann í KÍ og hann sigur at talan var um ymsar broytingar í viðtøkunum. Tær vóru allar samtyktar á fundinum.
Í høvuðsheitum eru viðtøkurnar gjørdar meira einklar. Harnæst varð tann broytingin gjørd at uppskot til nevndarlimir skulu verða latin inn til nevndina 8 dagar áðrenn aðalfundin, upplýsir Rúni.
At KÍ hevur vunnið seg víðari í Evropa hevur sjálvsagt viðført nógvar inntøkur. Í hesum sambandi er gjørd broyting í viðtøkunum, at Klaksvíkar Ítróttarfelag nú kann gera íløgur í ognir, sigur Rúni Heinesen við Norðlýsið


